Innanlands

Fýra mánaða treytaleyt fongsul og útvísing

Rumenskur ríkisborgari játtaði seg sekan í at hava roynt at smugla um tvey kilo av hassji við føroyaflogfarinum í gjár

(savnsmynd)

(savnsmynd)

2022-07-13 16:40 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein 26 ára gamal maður varð í dag dømdur í Føroya Rætti fyri at royna at innflyta umleið tvey kilo av hassji til Føroya við tí fyri eyga, at selja tað víðari.

Tað boðar løgreglan frá í tíðindaskrivi

Maðurin, sum er rumenskur ríkisborgari, kom til Føroya við flogfari í gjár. Í sambandi við tolleftirlitið var avdúkað, at maðurin royndi at smugla umleið tvey kilo av hassji, sum var fjalt í konservesdósum í viðførinum.

Maðurin játtaði, at hann hevði roynt at smugla hassjið, og tí var tað aftur í dag møguleiki at avgreiða eitt rúsevnismál við einum sokallaðum straksdómi í Føroya Rætti.

Maðurin bleiv dømdur fýra mánaðir treytaleysa fongsulsrevsing. Av tí, at maðurin er rumeni, sum einki tilknýti hevur til Føroya, kravdi ákæruvaldið, at maðurin skuldi útvísast úr Føroyum, og at tað skuldi knýtast eitt fimm ára innferðarbann til útvísingina. Hesum tók Føroya Rættur undir við.

Av tí, at maðurin við dóminum bleiv vístur úr Føroyum, kravdi ákæruvaldið eisini, at maðurin skuldi fongslast eftir rættarfundin, og at hann skal sita til útvísingin kann fremjast. Eisini hesum tók Føroya Rættur undir við.

Maðurin móttók dómin.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder