Innanlands

Fyrireikandi arbeiðið til innkomuvegin farið í gongd

Byrjað varð uppá arbeiðið seinnapartin, og tað umfatar at gera ein arbeiðsveg og at savna data um undirlendið til vegin, sum skal transportera grótið úr tunlinum, sum verður gjørdur millum Marknagil og undir Brúnni

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2022-07-14 17:18 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nú er fyrireikandi arbeiðið til innkomuvegin frá Eysturoyartunlinum farið í gongd. Byrjað varð uppá arbeiðið nú seinnapartin.

Arbeiðið nú umfatar at gera ein arbeiðsveg og at savna data um undirlendið til vegin, sum skal transportera grótið úr tunlinum, sum verður gjørdur millum Marknagil og Undir Brúnni.

Tað er Articon, ið stendur fyri arbeiðnum.

Tróndur Sigurðsson, formaður í teknisku nevnd hjá Tórshavnar kommunu, setti hol á arbeiðið við eini stórari gravimaskinu hjá Articon.

Á myndunum síggjast Heðin Mortensen, borgarstjóri, Bjørgfríð Ludvig, kommunustjóri, Jørgen Niclasen, ið sum fíggjarmálaráðharri undirskrivaði avtaluna um innkomuvegin við Tórshavnar kommunu, Jón Sigurdsson, stjóri á Articon og onnur umboð fyri Articon og umsitingina hjá Tórshavnar kommunu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder