placeholder
Uttanlands

Fyrrverandi franskur forseti deyður

Valéry Giscard d’Estaing, sum doyði 94 ára gamal, var raktur av covid-19

2020-12-03 07:25 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Giscard d’Estaing, sum var forseti í Fraklandi í árunum frá 1974 til 1981, doyði í gjár, 94 ára gamal. Hann doyði við koronasmittu, upplýsir familjan fyri AFP tíðindastovuni.

- Heilsustøða hansara versnaði, og hann doyði sum avleiðing av covid-19, sigur familjan í fráboðanini. Lagt verður afturat, at jarðarferðin verður hildin í stillum eftir egna ynski fyrrverandi forsetans.

Valéry Giscard d'Estaing hevur í fleiri umførum verið innlagdur á hjartadeildir hesar seinastu mánaðirnar. Hann doyði, umgyrdur av nærmastu familjuni á garði sínum í Miðfraklandi.

Seinastu ferð Giscard d’Estaing var alment frammi, var 30. september í fjør, tá hann var við til jarðarferðina hjá einum øðrum fronskum forseta, Jacques Chirac, sum var forsætisráðharri, meðan Gistard d’Estaing var forseti.

Valéry Giscard d'Estaing hoyrdi til høgraliberala flokkin Union pour la Démocratie, UDF. Hann gjørdist yngsti forseti í søgu Fraklands tá hann sum 48 ára gamal tók við í 1974. Hann vann á sosialistinum François Mitterand, sum hann tapti ímóti sjey ár seinni.

Í Fraklandi verður Giscard d'Estaing mintur fyri fleiri nýskipanir, eitt nú at loyva fosturtøku, gera tað lættari at fáa hjúnaskilna og fyri at lækka valaldurin til 18 ár.

Núverandi forsetin í landinum, Emmanuel Macron, hevur bert gott at bera Valéry Giscard d'Estaing, og sigur at hansara sjey ár sum forseti vóru við at broyta Frakland.

- Kósin hann setti fyri Frakland er framvegis eitt fyridømi. Frakland syrgir, nú hann er deyður, sigur Macron í eini fráboðan. Hann umrøður forgangara sín sum ein “politikari fyri framburði og frælsi”.

Giscard d'Estaing gekk heitt inn fyri ES-samstarvinum og starvaðist tætt saman við fyrrverandi týska kanslaranum, Helmut Schmidt. Samstarvið slóðaði fyri møguleikanum at fáa felags gjaldoyra í ES-londunum.

Eftir at hann tapti forsetavalið til François Mitterand í 1981 hevði hann leingi vónir um at kunna venda aftur í Éllysée-forsetaborgina, men mátti ásanna, at hann ikki fekk savna stuðulin, sum skuldi til fyri at hetta kundi eydnast. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder