‘It Seems to be You Again’ eitur eitt lag, sum í dag er lagt út á nettænasturnar, har til ber at hoyra tónleik.
Tað er singer-songwriterarin Eyði Horsdal, sum gevur út. Talan er um fyrsta staklagið á fyrstu heildarútgávu hansara, ‘Songs with Eva’, sum kemur út sum ‘deluxe LP’ á plátufelagnum Tutl í mars komandi ár.
Útgávuheitið sipar til unga yrkjaran, Eva Perrin Fontana, sum hevur skrivað tekstianar á útgávuni.
16 løg eru á komandi útgávuni, og nøkur teirra fara at koma út sum stakløg í komandi tíðum. Talan er um stillførar sangir, og tað hoyrist hví Eyði Horsdal verður lýstur sum ein sangskrivari, ið strembar eftir tí einfalda í sangskrivingini. Eyði hevur funnið sær íblástur í sangum hjá Paul Simon, Leonard Cohen, Teiti og øðrum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald