
Tað er nógvur vindur í dag, og hann øtlar eisini vindin í kvøld - sambært Veðurstovu Føroyu verður talan um hvirlur við ódnstyrki í nátt.
Veðrið ávirkar samferðsluna. Á flestu leiðunum hjá Bygdaleiðum er eingin koyring nú, og Smyril varð fyri løtu síðani lagdir fyri dagin.
Les eisini: Bygdaleiðirnar gevast at koyra út á dagin norðanfyri
Strandferðslan boðaði fyri løtu síðani, at vegna vánaligt veður verða teir báðir fyrstu túrarnir, sambært ferðaætlanini, á Suðuroyarleiðini í morgin ikki sigldir.
Ístaðin verður verður fyrsti túrur sigldur av Krambatanga klokkan 11:30; siglt verður síðani sambært ferðaætlan, skrivar ssl.fo.
Teistin siglir sín seinasta túr í dag av Gomlurætt klokkan 15:50. Um viðrar, verður fyrsti túrur úr Skopum kl. 10:30 og síðani verður væntandi siglt aftur sambært ferðaætlan.
Til ber annars at fylgja við á ssl.fo
Les eisini: Leið 5 og leið 6 gevast at koyra vegna veður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald