Innanlands

– Sera týdningarmikið at brúka vit og skil

Nú jólini nærkast, verður mint á tilmælini í sambandi við jólaborðhaldum og øðrum – Reinføri og frástøða eigur at verða sett fremst, og í mesta lagi 20 fólk eiga at savnast

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-11-19 18:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú nærkast jólini, og spurningurin er, hvussu verður við jólaborðhaldum og øðrum, nú koronasmittan framvegis lúrir. Myndugleikarnir minna í hesum sambandi á tey tilmæli, sum eru galdandi um høgtíðina.

– Fleiri stór arbeiðspláss hava valt at avlýsa jólaborðhaldið í ár. Onnur býta seg upp, har ymisku deildirnar hava jólaborðhaldið fyri seg. Hetta ber tíbetur boð um, at nógv eru tilvitað um koronutilmælini, skriva myndugleikarnir á corona.fo.

– Tað er sera týdningarmikið, at øll brúka sítt vit og skil, tá ið tey annaðhvørt fyriskipa ella fara til eitt jólaborðhald. Tað er avgerandi, at bæði reinføri og frástøða verður sett fremst – eisini undir jólaborðhaldinum og í øðrum veitslulagi, verður sagt.

Eisini verður mint á, at í mesta lagi 20 fólk eiga at koma saman í sambandi við jólaborðhald ella annað veitslulag.

Yvirlit yvir tilmælini í sambandi við jólaveitslur sæst niðanfyri (trýst á myndina fyri at gera hana størri).

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder