Innanlands

- Støðan er ótrygg í løtuni

- Føroyar eru ikki í vanda fyri russiskum álopi, men í Evropa er støðan ótrtygg, og nýggja leiðslan í USA, við sínum hóttanum um handilskríggj, hjálpir ikki um støðuna, sigur Lars Løkke Rasmussen, danskur uttanríkisráðharri

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2025-02-28 21:19 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Turbulenta støðan í Evropa og í heiminum yvirhøvur, trygdarviðurskifti og marknaðaratgongd eru á skránni nú danski uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, er á almennari vitjan í Føroyum.

Løkke kom við rutuflogfarinum um middagsleitið í dag og seinnapartin hevur hann havt fundir við løgtingins uttanlandsnevnd og við Høgna Hoydal, landsstýrismann við uttanríkismálum.

- Heimurin er ein annar nú. Eftir at hava livað í friði og sóma í 33 ár síðan múrurin í Berlin fall, er heimurin knappliga vorðin ein annar. Hetta hendi, tá russiski Putin forseti byrjaði sítt ólógliga álop á Ukraina. Og støðan er ikki vorðin meira trygg síðan nýggjur forseti kom til í USA, og nú hóttir við handilskríggi við Evropa, staðfesti Lars Løkke Rasmussen á tíðindafundi um nátturatíð í kvøld.

[object Object](Mynd: Jens Kr. Vang)

Føroyar hava átikið sær sín part

Danski uttanríkisráðharrin kom inn viðurskiftini í ríkisfelagsskapinum, og fegnaðist um, at Føroyar gera sín part og taka lut í politiska átakinum at hjálpa ukrainum, bæði við beinleiðis stuðli og við at taka móti flóttafólkum.

Uttanríkisráðharrin er eisini nøgdur við, at føroyingar hava gjørt bart yvir fyri russum og avmarka atgongd til føroyskar havnir og eisini avmarka útflutningin til russiska marknaðin.

Lars Løkke Rasmussen lovaði í hesum sambandi, at tað ikki skal tróta stuðul frá danskari síðu í royndum at finna nýggjar marknaðir fyri føroyskum útflutningsvørum, nú møguleikarnir at eksportera til Russlands verða avmarkaðir.

Báðir partar mæla til WTO-limaskap

Og her er føroyski limaskapurin í heimshandilsfelagsskapinum, WTO, ein týðandi táttur, sum danska stjórnin tekur undir við.

- Vit hava nú sett ein juridiska arbeiðsbólk at tulka støðuna viðvíkjandi føroyskum WTO felagsskapi, og eg kann bara siga, at báðir partar vóna at tað fer at kunna lata seg gera, segði Lars Løkke Rasmussen.

Krígshóttanir

Viðvíkjandi vandastøðuni, sum Danmark og Evropa eru komin í, nú tað verður hótt bæði úr eystri við møguligum nýggjum álopum og úr vestri við handilskríggi, gjørdi uttanríkisráðharrin greitt, at tað eru nógvir evropeiskir leiðarar, serliga í teimum nærmastu grannunum hjá Russlandi í Baltalondum og eysturevropa annars, sum veruliga bera ótta fyri eini russiskari innrás.

- Í hesi støðu liggur Danmark beint í bakgarðinum, og tað er tí, at vit eru farin undir eina tilgongd at styrkja okkara verju.

- Føroyar og eisini Grønland liggja í eini aðrari sonu. Tit liggja hernaðarliga landafrøðiliga í amerikanskum áhugaøki, og harvið ikki í sama vanda fyri russiskum álopi, tí tað verður ikki mett, at Russland, sum støðan sær út í dag, fer at gera seg inn á amerikanskt áhugaøki, segði danski uttanríkisráðharrin

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder