Uttanlands

Aftur á sløttum eftir eitt ár í vektloysi

Tríggir rúmdarfarar lendu í dag trygt í Kasakstan

Rúmdarhylkið frá Soyuz MS-23 lendi í dag trygt nærhendis býnum Zhezkazgan í Kasakstan (Mynd: EPA)

Rúmdarhylkið frá Soyuz MS-23 lendi í dag trygt nærhendis býnum Zhezkazgan í Kasakstan (Mynd: EPA)

2023-09-27 16:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í dag lendu tríggir rúmdarfarar trygt aftur á jørðini eftir at hava verið úti í altjóða ISS rúmdarstøðini í eitt hálvt ár meira enn ætlanin var frammanundan.

Hetta tí at rúmdarhylkið, sum skuldi føra teir tríggjar, russararnar Sergej Prokopjev og Dmitrij Petelin og amerikanaran Francisco Rubio, fekk skaða av onkrum leysum luti í rúmdi, sum rakti rúmdarhylkið.

Teir vórðu sendir upp við russisku Soyuz MS-22 rakettini 21. september í fjør, og ætlanin var, at teir skuldu venda aftur til jørðina einaferð á vári 2023. Men ikki fyrr enn nú eydnaðist tað at venda heimaftur eftir at Soyuz MS-23 hevði sent eitt nýtt hylki út.

Rúmdarferð teirra tók sostatt 370 dagar. Tað er ikki tað longsta ein russari hevur verið úti í rúmdini, men Francisco Rubio er nú tann amerikanski austronauturin, ið hevur uppihildið sær longst í rúmdini.

Nú er tað danski rúmdarfarin, Andreas Mogensen, ið er ovasti á altjóða rúmdarstøðini.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder