Mentan

Bókadagaskráin er kunngjørd

Høvuðsnøvnini í ár eru Jon Fosse úr Noregi, Inger Smærup Sørensen úr Danmark, Rán Flygenring úr Íslandi og Høgni Mohr úr Føroyum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2024-10-08 14:26 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Jon Fosse úr Noregi, Inger Smærup Sørensen úr Danmark, Rán Flygenring úr Íslandi og Høgni Mohr úr Føroyum. Hesi eru millum rithøvundarnar, sum verða á skrá, tá ársins bókmentafestivalur, Bókadagar, fer av bakkastokki 16. - 17. novembur í Norðurlandahúsinum. Skráin til Bókadagar er júst kunngjørd.

Aftur í ár verður Norðurlandahúsið karmur um eitt vikuskifti við bókmentum. Oman fyri 20 tiltøk eru á skránni, sum er ætlað bæði børnum og vaksnum. Rithøvundasamrøður, verkstovur, yrkingaupplestur, barnafilmar, kjak, søgusiging, bókasøla, teknistova og nógv annað. 

Millum annað fer Høgni Mohr at vitja festivalin og greiða frá um autofiktión, Marjun Syderbø Kjelnæs fer at tosa um nýggju skaldsøguna, “Marta, Marta. Inger Smærup Sørensen, sum er aktuell við skaldsøguni “Dødsbo, vitjar úr Danmark, og Rán Flygenring, sum m.a. hevur skrivað “Vígdis og Eldgos vitjar úr Íslandi. Ársins størsta navn er norska heimsstjørnan og vinnarin av Bókmentavirðisløn Nobels, “Jon Fosse”, sum m.a. hevur skrivað bøkurnar “Morgen og aften og “Hvidhed

Til børnini er eitt søguleikhús hvønn tíma alt vikuskifti, sum Bókaklubbin skipar fyri. Leygardagurin hevur eitt sindur av hvørjum til øll; men sunnudagurin er serliga ætlaður børnum og barnsligum sálum. Tá verður møguleiki hjá børnum at royna fleiri verkstovur, sum snúgva seg um at tekna, svansa, krutla, lukta, kroysta og skapa sær.  

Rit & Rák stendur fyri ársins bókasølu.

Bókadagar eru skipaðir í samstarvi við føroyskar rithøvundar, útgávuforløg og felagsskapir. Øll tiltøkini eru ókeypis.

Skráin í síni heild sæst her nlh.fo

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder