Uttanlands

Fara undir at søkkja strandað tangaskip

Japanska tangaskipið Wakashio brotnaði um tvøran á einum sandrivi við Mauritius

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-08-21 16:49 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Síðan í juni hevur japanska tangaskipið MV Wakashio ligið strandað við Mauritius í Indiahavi. Men nú verða partar av skipinum sleipaðir til havs við tí endamáli at søkkja tað á 3.000 metra dýpi.

Tað upplýsa fiskivinnumyndugleikarnir á Mauritius fyri AFP tíðindastovuni.

- Arbeiðið at søkkja Wakashio er byrjað, verður sagt í fráboðan frá fiskimálaráðnum, skrivar dr.dk.

Skipið rendi á land 25. juni. Síðan er skipið brotnað um tvøran, og minst túsund tons av olju eru likin á sjógv og hevur elvt til umfatandi dálking.

Ætlanin at flyta skipið byrjaði í gjár, og tilbúgvingin á Mauritius hevur lovað, at øll oljan er pumpað úr skipinum áðrenn flytingin byrjar.

Men ætlanin fær mótstøðu frá umhvørvisfelagsskapinum Greenpeace. Tey halda, at søkkingin fer at elva til enn størri dálking av umhvørvinum.

- At søkkja skipið er ein hóttan móti margfeldinum og fer at dálka havið við stórari mongd av tungmetalli og hóttir harvið onnur øki eisini – ikki minst fronsku oynna Reunion, sigur Happy Khambule, talsfólk fyri Greenpeace.

Fáar dagar eftir at skipið rendi á land lýsti forsætisráðharrin, Pravind Jugnaut, landið í undantaksstøðu og bað Frakland um hjálp, tí landið ikki sjálvt megnaði at hála skipið leyst.

Frakland og Japan hava síðan sent eitt lið av serfrøðingum til Mauritius at veita hálp. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder