Danski uttanríkisráðharrin, Jeppe Kofod, hevur eina ætlan um, at Grønland og Føroyar verða tiknar meira við í uttanríkispolitiska arbeiðið.
Tað lovaði hann á tíðindafundinum í dag, sum varð hildin aftan á uttanríkisráðharrafundin í Tinganesi fyrr í dag.
Ynski um størri luttøku
Jenis av Rana upplýsti, at hann vegna Føroyar serliga hevði sett fram ynski um at fáa ein størri leiklut í altjóða felagsskapum, so sum heimsheilsustovnin WHO og handilssamgonguni WTO umframt eygleiðarastatus í ST.
Jeppe Kofod nevndi bert WHO í hesum sambandi.
- Eg eri ovfarin av hvussu tit hava handvarið alla covid-19-støðuna. Tað er væl klárað at hava gjørt testir, svarandi til tað tvífalda av landsins íbúgvum. Føroyar hava sín egna heilsupolitikk, og vit vilja nú arbeiða fyri, at Føroyar fáa atlimaskap í WHO, segði Jeppe Kofod.
Arktisk strategi
Tað er annars Arktis og ein nýggj arktisk strategi, sum er høvuðsevnið á Føroyavitjanini hjá danska uttanríkisráðharranum hesaferð.
Ætlan Jeppe Kofods er at hava hesa strategi lidna til framløgu fyrst í komandi ári, hevur hann boðað frá áðrenn vitjanina í Føroyum.
- Vit arbeiða nú við at fáa ein føroyskan part í donsku strategiina fyri Arktis, men vit arbeiða eisini við at gera eina separata føroyska strategi fyri Arktis eisini, upplýsti Jenis av Rana á tíðindafundinum í dag.
Les eisini: Neyðugt við størri eftiransing í Norðurhøvum
Jenis av Rana fegnaðist eisini um, at viðurskiftini millum Føroyar og Danmark eru batnað hetta seinasta árið, og kanska serliga á uttanríkisøkinum.
Fegnast um Pompeo-fund
Jenis nevndi vitjanina hjá amerikanska uttanríkisráðharranum, Mike Pompeo, og fegnaðist um, at hann og grønlendski starvsfelagið eisini fingu høvi at hitta amerikanska starvsbróðurin.
Fundurin hevur ført til, at tað nú er samband millum Føroyar og USA um eitt formelt samstarv eisini, segði Jenis av Rana.
Jeppe Kofod legði afturat, at júst vitjanin hjá Pompeo skal síggjast sum hansara roynd at draga ríkisfelagsskapin tættari í uttanríkispolitikkin.
- Eg eri errin av at vera tann fyrsti danski uttanríkisráðharrin, ið hevur tikið hini londini í ríkisfelagsskapinum við á ein tílíkan uttanríkisráðharrafund, segði Jeppe Kofod.
Við í átøkum úti í heimi
Næsta stig verður at formalisera hetta samstarv hvussu felagsskapurin kann mennast uttanríkispolitiskt, og hvussu viðkvæmir upplýsingar kunnu deilast millum londini. Eisini gav danski uttanríkisráðharrin lyfti um at føroyingar og grønlendingar fáa høvi at vera við hvørja ferð uttanríkistænastan ger átøk uttanlands saman við vinnulívinum.
Og so standa donsku umboðsstovurnar eisini altíð opnar fyri føroyskum áhugamálum, sló Jeppe Kofod fast.
Fyrr hava árligu donsku uttanríkisvitjanirnar verið stuttar. Men so er ikki hesaferð. Vegna koronastøðuna mátti Jeppe Kofod koma í góðari tíð og vera avbyrgdur til úrslitið av koronakanningini á flogvøllinum var klárt.
Eftir ráðharrafundin og tíðindafundin í Tinganesi fyrrapartin gekk leiðin til Suðuroyar, har vitjað verður í kolinum í Hvalba, á Varðanum Pelagic á Tvøroyri og Salt á Drelnesi.
Áðrenn uttanríkisráðharrin fer aftur til Danmarkar í morgin, verður fundur við uttanlandsnevndini í løgtinginum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald