
Tað var 19. mars, at tað byrjaði at tað fór at goysa í Geldingadali á Reykjanesi, og nú er dalurin so smátt um at vera fyltur upp við grótbræðing, og fer skjótt at leita sær víðari til dalarnar, sum liggja nærhendis.
Hetta skrivar Morgunblaðið á heimasíðuni.
Um fáar dagar verður væntað, at tað er so mikið nógv lava, at hon fer at streyma móti eystri og í Meradal, sum er munandi størri í vídd enn Geldingadalur, har útbrotið hendi, er.
Nýggjar mátingar frá universitetinum í Íslandi vísa, at tað nærum eingin broyting er í nøgdini av lava sum spríkir upp.
Tá Geldingadalur er fyltur upp, fer lava at streyma móti eystri og norður í Meradal. Men tað ber heldur ikki til at avvísa at lava fer suður í Nátthaga fyrr ella seinni, metir Jóhann Helgason, jarðfrøðingur.
(Mynd: mbl.is/Kristinn Magnússon)
Hann greiðir Morgunblaðnum frá, at Geldingadalur er 6,8 Mm3 (milliónir rúmmetrar), Nátthagi 4,3 Mm3 og Meradalur 44,7 Mm3. Samlaða støddin av hesum dalunum er 55,8 Mm3.
Magmastreymurin í Geldingadali er sambært jarðfrøðinginum 5-10 m3 um sekundið og væntað verður, at talan verður um eitt langt útbrot. Ein lavastreymur upp á 5m3 um sekundið í eitt ár kemur 158 Mm3, og um lavastreymurin er 10 m3 um sekundið, fyllir grótbræðingin 316 Mm3 upp á eitt ár.
Sambært hesum útrokningum eru allir dalarnir fyltir upp uppá minni enn tríggjar mánaðir.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald