Toskurin av Føroyabanka – bankatoskurin – er ein av náttúrugivnu gávunum, sum vit ikki eiga at gevast við at rósa og framhevja.
Hendan vikan gjørdist eitt sindur søgulig, við tað at hetta var seinasti túrurin hjá havrannsóknarskipinum Magnusi Heinason á Føroyabanka. Frameftir verða hálvárligu yvirlitstrolingarnar gjørdar av stásiliga nýggja Jákup Sverra.
Landsins fremsta fiskamatstova, Barbara Fishhouse í Gongini, hevur seinastu árini keypt stóran part av veiðuni, tá Magnus er komin inn við bankatoski. Royndirnar nú í heyst vístu ikki somu jaligu gongdina fyri hetta serliga toskaslag, sum annars hómaðist í vár.
Har er ikki nógv til eins og tað til dømis er av hýsu. Men ljósu toskarnir eru vælvaksnir og smakka framúr.
Barbara Fishhouse lýsir hetta vikuskiftið við seinastu stertunum frá Magnusi á matarskránni, men øll borð eru longu bíløgd.
- Vit fáa at síggja, um nakað er eftir til í næstu viku, sigur Jógvan Winther Poulsen, kokkur á Barbaru.
Betri í allar mátar
Tá vit spyrja ungu kokkarnar, Jógvan Winther Poulsen og Esther Sivertsen, sum høvdu vaktina í tronga køkinum ”á Kamarinum” uppi yvir matstovuni í gjár, siga tey sum við ein munn, at hann er bara betri.
- Tú merkir tað beinanvegin á strukturinum, tá tú skert í hann. At hann er nógv størri, ger eisini bankatoskin betri at arbeiða við. Og so smakkar hann nógv betri enn tann vanligi toskurin, siga tey, líkasum við ein munn.
Í gjárkvøldið høvdu tey bankatoskin við í tveimum rættum. Í øðrum førinum dampaður saman við eini hvítum bønum í bulmiklari sós og í hinum eisini dampaður, men tá ætlaður sum fylla í mergjaðari fiskasúpan.
Dygdin í hesum serføroyska bita minnir okkum enn einaferð á, at Føroyabanki er ein dýrgripur, ið eigur at røkjast og virðismetast. Minnir okkum eisini á, at tað er neyðugt at hava eina ætlan eisini tá bankin – vónandi skjótt – aftur gevur so mikið av hesum dýrabæra fiski av sær, at friðingin kann takast av og reglulig veiða aftur gerst møgulig.
Og, at vit yvirhøvur eiga at vísa tí, sum havið gevur okkum nógv størri ans, heldur enn at geva tilfeingið leyst til olympiskt fiskarí til útflutnings í frystum blokki.
Myndirnar eru, við loyvi, tiknar av blogginum hjá Birgiri Kruse
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald