
Marghøllin í Vági stendur enn við stórum opum á hvíta dúkinum, sum fór illa av nógva storminum, sum var mikunáttina 8. februar.
Hetta merkir, at regn og vindur merkist inni í høllini, sum ikki longur kann brúkast til ítrótt og annað kropsligt virksemi.
Inni í høllini standa tveir bygningar, eitt nú til umklæðing, vesi og umsiting, sum ikki eru gjørdir til at standa úti. Tí er nú farið undir at tryggja hesar bygningarnar.
Fyritøkan Krympiplast skrivaði soleiðis á Facebook í gjár:
Fyrstahjálp til byggningar inni í Marghøllini í Vági.
Teir vórðu ikki gjørdir til at standa úti.
So her skal Krympiplast á.
Myndirnar eru av Facebooksíðuni hjá Krympiplast.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald