Innanlands

Kanna jarðfrøðina til komandi Vestmannatunnilin

Landsverk og Jarðfeingi lýsa nú eisini jarðfrøðina oman fyri Leynar so politiski myndugleikin hevur fleiri linjuføringar at velja ímillum til Vestmannatunnilin

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2024-06-12 18:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Seinastu dagarnar hava brunnborarar verið í holt við at bora jarðhol nærhendis Leynará millum Leynarvatn og munnan til Vágatunnilin í Leynum/Stykkinum.

Talan er um kanningar til tess at avlesa jarðfrøðina har sum komandi tunnilin til Vestmanna skal vera.

Fríðrik Heinesen, verkfrøðingur hjá Landsverki, greiðir frá, at Landsverk og Jarðfeingi fyrr hava gjørt slíkar kanningar í Vestmanna og oman fyri Kvívík, har Landsverk mælir til, at tunnilin skal ganga.

Men nú verður so eisini gjørd ein kanning við Leynará, har vestmenningar ynskja, at komandi tunnilin skal koma út.

- Hetta er ein linjuføring, sum er kanska einar tveir kilometrar longri enn linjuføringin, sum vit mæla til, men avgerðin er ikki okkara, og tí var avrátt at gera jarðfrøðiligar kanningar eisini her, sigur Fríðrik Heinesen, og vísir á, at í síðsta enda er tað politiski og játtandi myndugleikin, sum ger av hvør linjuføring verður vald.

Arbeiðið varð bjóðað út, og tað var felagið Brunnboring í Runavík, sum fekk uppgávuna.

Tey hava nú borað eitt 350 metra djúpt hol í somu dimensjón, sum til jarðhitabrunnar. Við at lora kamera og sensorar niður í hetta holið, hevur Jarðfeingi nú møguleika til at lesa jarðfrøðiligu umstøðurnar av, og út frá teimum dátum gera eina meting av, hvussu ein komandi tunnil best kann borast uttan at koma í alt ov stórar jarðfrøðiligar avbjóðingar.

Tá slíkar boringar verða framdar, verður vatnið úr holinum sílað gjøgnum eitt reinsiverk í eini bingju, áðrenn tað verður leitt víðari út í ánna. Sambært Fríðrik Heinesen, verður alt dustið tikið úr vatninum, men vatnið er kortini litað.

Umhvørvisstovan valdi kortini at støðga arbeiðinum og krevja eina betri reinsing. Tískil var ein reinsibingja afturat fingið á staðið, og við at reinsa vatnið gjøgnum tvær slíkar bingjur, kundi vatnið lúka treytirnar fyri at verða latið út í ánna.

Boriarbeiðið er nú avgreitt.

(Myndir: Jens Kr. Vang)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder