2021-12-31 17:35

Nú er klárt á Tríkantinum í Vági, sum er miðdepilin fyri nýggjárshaldið í Vági.
Aftur í ár hava Jakob Skaaning og Ingi Hansen prýtt bátin, sum verður brendur á nýggjárunum í Vági.
Móti midnátt verða blikkini niðan á Eggjarnar tendraði og faklagongan avstað.
Á midnátt kemur faklagongan á Tríkantain, sálmurin "Tíðin rennur sum streymur í ár" verður sungin og síðani verður eldur sett á bátin.
Eftir hetta byrjar Føroya størsta fýrverksshow.
Dansur er vanliga á nýggjárinum, men korona ger, at tað ikki verður skipað fyri dansi í ár.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald