2021-09-26 09:48
Í nátt kom eldur í trý hús á Stykkinum. Sum skilst, eru húsini illa farin, men eingin fólkaskaði var.
Løgreglan skrivar á Facebook, at talan er um eldáseting. Eisini verður sagt, at løgreglan í nátt hevði nógv at gera við m.a. tveimum harðskapsmálum, og brúksstuldur.
Kanningararbeiðið er í gongd og kemur at taka allan dagin, so løgreglan hevur ikki meira at siga um tað fyribils, skrivar løgreglan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald