Nýggjar dronumyndir frá íslendsku myndugleikunum vísa, at groyti í stóran mun nú kemur úr tveimum gosopum í sprunguni, og eitt sindur úr einum opi sunnarliga.
Í løtuni rennur flótandi groyti ikki móti Grindavík, men tað verður mett, at vegurin til Grindavíkar verður raktar av groytinum jólakvøld, 25. desember, skriva íslendskir miðlar.
Tað var í gjárkvøldið stutt eftir klokkan 22, at tað fór at goysa einar sjey kilometrar norðanfyri Grindavík á Reykjanesiu.
Virksemið í eldgosinum er minkandi, men tað verður tó ikki væntað, at tað steðgar í bræði.
Myndirnar niðanfyri eru frá myndatænastuni EPA:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald