2023-02-12 01:31
Marius Ziska og Føroya Symfoniorkestur hava um vikuskiftið havt konsertir í Norðurlandahúsinum.
Eina í gjárkvøldið og tvær í dag. Vit vóru til seinastu konsertina í kvøld, sum má sigast at vera í heimsflokki.
Inniligu sangirnir hjá Hans Mariusi Ziska saman við symfoniorkestrinum var ein góður “kokkteyl”. Eisini var Eivør Pálsdóttir á palli og framførdi nøkur løg saman við saman við Hans Mariusi.
Atli K. Petersen, Magnus Johannesen og Tróndur Bogason hava útsett tónleikin hjá Marius Ziska fyri symfoniorkestur.
Sí myndir:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald