Innanlands

Myndir: Mótmæltu dóminum í neyðtøkumálinum

Nakað av fólki møtti upp á Vaglinum tíðliga seinnapartin tá skipað varð fyri mótmælistiltaki í tøgn. Lini dómurin í stóra neyðtøkumálinum var orsøkin

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2021-04-02 14:06 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eini 150 fólk møttu upp til mótmælistiltak á Vaglinum um eitt tíðina fyri at mótmæla dómin í stóra neyðtøkumálinum, har ein 42 ára gamal maður í vikuni fekk ein trý ára dóm. Ein dómur, sum stigtakararnir meta vera ov linan.

Hetta var ein løta í tøgn í dýrdarveðrinum og heitt var á fólk um at vera friðalig og virðilig sum á einari jarðarferð.

- Endamálið er at vísa samkenslu og virðing fyri øllum børnum í Føroyum sum hava og enn bera uppá eina drepandi tøgn um kynsligan ágang, siga stigtakararnir.

Sagt verður, at hetta er ein brellbiti til onnur mótmælistiltøk og mótmælisgongur sum verða eftir páskir.

Fólk, sum vóru á Vaglinum settu fløgg á Tinghúsvøllin, og tað legðist støðugt afturat.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder