Toppskorarin í Fólkaflokkinum seinastu árini, Beinir Johannesen, var eisini toppskjútti í dystinum millum lógkøn og hálshvít, sum varð leiktur á Tórsvølli í gjár.
Talan er um prestar og deknar sum spæla ímóti politikarum. Leikt varð tvær ferðir 30 minuttir, og Beinir Johannesen syrgdi fyri einsamalla málinum í fyrra hálvleiki við góðum stútara eftir flott innlegg frá javnaðarmanninum Una Holm Johannesen.
Í seinna hálvleiki kom veruligur spenningur í tá Ove Brim, sóknarprestur í Nes kirkjusókn og Gøtu kirkjusókn setti bóltin í netið. Tá 10 minuttir vóru eftir legði Beinir Johannesen aftur politikkararnar á odda 2-1, sum eisini gjørdist úrslitið.
Hetta er triðja árið, at skipað verður fyri dysti millum lógkøn og hálshvít, og triðju ferð at politikararnir vinna. Í 2021 stóð 3-3 á máltalvuni eftir ein tíma, og eftir brotsspark vunnu politikkararnir. Í fjør vunnu tey lógkønu 4-3.
Tilsamans 35.000 krónur vórðu savnaðar inn til Barnabata í ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald