2024-03-01 18:32
Jarðarferðin hjá russiski andstøðinginum Aleksej Navalny var á Borisovskoje-kirkjugarðinum í høvuðsstaðnum, Moskva, seinnapartin.
Tað skriva altjóða miðlar.
Fólk í túsundatali møttu upp frammanfyri kirkjuna, fyri at vísa sín stuðul til politikaran og aktivistin Aleksej Navalnyj.
Sambært rættarmedisinskari frágreiðing doyði Navalnyj av natúrligum orsøkum. Hann doyði í enum fongsli í Sibiria, har hann skuldi sita dóm í fleiri enn 30 ár. Alaksej Navalnyj gjørdist 47 ára gamal.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald