Innanlands

Nú er Eiler giftur: Ótrúliga góð kensla og stór gleði

Hann var í nógv ár ein av ímyndunum av LGBT og stríðnum um at fáa hjúnabandslógina broytta. Nú hevur Eiler Fagraklett gjørt brúk av nógv umrøddu lógini. Í brúðargávu ynskir hann sær, at lógin um sammóðir verður broytt mánadagin

Jan Terje Edmundsson og Eiler Fagraklett (Mynd: Miriam & Janus Photography)

Jan Terje Edmundsson og Eiler Fagraklett (Mynd: Miriam & Janus Photography)

2021-12-09 14:24 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eiler Fagraklett og Jan Terje Edmundsson eru nú giftir.

- Tað er ein ótrúliga góð kensla og ein stór gleði, at eg og Jan Terje nú enduliga kunnu kalla okkum hjún. Vit høvdu ein framúrskarandi, ógloymandi og eydnusaman dag saman við foreldrum og vitnum, sigur ein glaður Eiler Fagraklett. 

Helst vóru fleiri sum væntaðu, at tað fóru at vera nøkur av LGBT-oddafólkunum, sum vóru millum tey fyrstu, sum fóru at verða vígt eftir nýggju hjúnabandslógini. Ein lóg, sum eftir tógvið stríð varð samtykt í 2017.

Tey vóru nógv frammi tá um at tryggja hesum minnilutanum rættindi, og serliga upp undir viðgerðirnar í løgtinginum leikaði hart á.

Men tað vóru altso bretarnir Richard McBride og Leslie Travers, sum í september 2017 giftust í Føroyum sum fyrsta samkynda par.

Nú er so eitt av fyrrverandi oddafólkunum í LGBT, sum hevur gjørt brúk av broyttu hjúnabandslógini. Eiler Fagraklett og - nú maðurin - Jan Terje Edmundsson, vóru giftir á ráðhúsinum í Havn mikudagin.

- Tað hevur verið ein langur og drúgvur bardagi fyri, at hesin dagur kundi gerast veruleiki, og tí gjørdist dagurin enn meira sermerktur og rørandi fyri okkum báðar og okkara nærmastu, sigur Eiler Fagraklett.

- Í síðstu viku vóru 8 ár liðin síðani hjúnabandslógin fyrstu ferð fór niðan í Løgtingið til viðgerðar. Og hóast tað er sera gleðiligt, at lógin í dag er broytt, so vit báðir kunnu gifta okkum í Føroyum, so er tað hugstoytandi, at vit framvegis mugu berjast fyri at fáa ymisku fylgilógirnar broyttar.

- So tann allarbesta brúðargávan, ið vit kundu ynskt okkum var, at lógin um sammóður varð samtykt mánadagin, so vit samkyndu og familjur okkara soleðis vórðu javnstillaði í øllum føroyskum lógum og skipanum, sigur Eiler Fagraklett.

Eftir ynski frá brúðarparinum, var tað lokali býráðslimurin, Jákup Dam, sum stóð fyri vígsluni.

Eiler Fagraklett og maðurin búgva á Signabø.

[object Object](Savnsmynd: Jens Kr. Vang)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder