![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Runavíkar kommuna er farin undir at oyða plantuna, sum eitur loðið hóvblað, líka sum garðaskøruna, Acimilla Mollis.
Loðið hóvblað er sædd í Søldarfirði á Gerðisvegi og á Garðavegi, og í Runavík við Fjøruvegin.
Kommunan heitir á borgarar, sum síggja hesa plantuna í kommununi, um at siga frá hjá Runavíkar kommunu.
Loðið hóvblað Tussilago farfara L. Blómar við gulum blómum í marts-apríl, blómurnar líkjast várhagasjólju. Bløðini síggjast í juli-september. Hon trívist best undir vánaligum umstøðum – í vátari og kleiggjutari mold, í skugga eins væl og í sól, á skráningum eins væl og á flatum. Vil man plantuni til lívs, skal man velta moldina og taða hana væl. Loðið hóvblað breiðir seg undir mold – eins og kirkjubøsóljan, og er tí sera vandamikið. Loðið hóvblað fær eisini síðusprot (avleggarar), og um man roynir at grava plantuna upp, og av óvart kvettir eitt síðusprot av, kemur ein nýggj planta, tí kann hon verða sera trupul at sleppa av aftur við.
- Loðið hóvblað sæst nógva staðni í Tórshavn og Klaksvík, so man skal vera á varðhaldi. Vitjar ein til dømis í Klaksvík – og serliga í Norðhavnini, sær man, hvussu eitt lendi kann koma at síggja út, um man ikki ansar eftir, skrivar Runavíkar kommuna á heimasíðuni.
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald