2025-04-23 10:42

Líkið við Frans páva er fyrrapartin flutt úr bústaði pávans á Casa Santa Marta til Pæturskirkjuna, og her er lit de parade, sum merkir, at hann stendur undir børu í opnari kistu til sýningar.
Næstu tríggjar dagarnar verður møguleiki hjá fólki at siga farvæl við pávan.
Nógv fólk vóru á Pæturstorginum, tá kistan við pávanum varð flutt.
Jarðarferðin verður leygardagin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald