
Hon hevur gjørt vart við seg sum lokalpolitikkari í Norðurjútlandi, og í 2022 royndi Sólbjørg Jakobsen seg í landspolitikki.
33-ára gamla kvinnan úr Eysturoynni kom inn fyri Liberal Alliance, ið hevði eitt kanónval.
Floksformaðurin Alex Vanopslagh hevur eisini havt stóra framgongd seinastu árini. Nú tekur hann eitt fet aftur í eina tíð: Talan er ikki um nakra politiska skandalu, men um barnsburðarfarloyvi: Vanopslagh verður burtur frá Fólkatingsarbeiði og øðrum frá í morgin, 24. apríl, til 1. juli - hann verður bert við til ein stóran fund grundlógardagin.
Tað verður føroyingurin í Liberal Alliance, sum skal røkja meginpartin av hansara uppgávum. Hetta hevur Alex Vanopslagh sjálvur boðað frá á Facebook-síðu sínari. Hann hevur nógv gott at siga um nýggja stjørnuskotið:
- Tað verður Sólbjørg Jakobsen, sum fer at taka yvir fyri meg í forfólkakjakum, í spyrjutímum við statsminastaran o.s.fr.
- Sólbjørg hevur, síðani hon varð vald á Fólkating, víst, at hon er eitt av teimum størstu talentunum í donskum politikki.
Við TV2 Nord sigur Sólbjørg, at hon gleðir seg, og at hon fer at gera sítt besta - við góðum stuðli. Føroyski politikkarin í Danmark hugsar ikki um forfólkasessin framyvir.
- Eg haldi, at vit hava heimsins besta forfólk í Alex. Eg gleði meg til at fáa hann aftur. Vit skulu nokk "halda skrúvini í vatninum", meðan hann hevur eitt væluppiborið barnsburðarfarloyvi. Eg eri eldri enn hann, og eg vænti, at hann "yvirlivur meg". Hann skal helst verða so leingi sum møguligt, tí hann stendur seg framúrskarandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald