Uttanlands

Kongur til Grønlands í næstu viku

Umframt at hitta grønlendskar politikarar, skal kongur eisini vitja Sirius hundapatrúljuna og Station Nord

Frá vitjanini í Sisimiut í juli í fjør (Savnsmynd: EPA)

Frá vitjanini í Sisimiut í juli í fjør (Savnsmynd: EPA)

2025-04-23 16:46 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Komandi vikuskiftið vitjar nýggi grønlendski landsstýrisformaðurin, Jens-Frederik Nielsen, í Danmark, har hann millum annað skal hitta Mette Frederiksen, statsministara, og Søren Gade, fólkatingsformann.

Tá hann fer heimaftur til Grønlands mánadagin verður tað í fylgi við Fríðriki kongi, skrivar kongshúsið.

Í Nuuk skal kongur millum annað hitta limir í nývalda landstinginum, Naalakkersuisut.

Eftir vitjanina í høvuðsstaðnum fer hansara hátign til Station Nord, sum er tann norðrasta mannaða støðin í Grønlandi. Kongur vitjar støðina saman við Troels Lund Poulsen, verjumálaráðharra.

Eftir ta vitjanina vitjar kongur sletuhundapatrúljuna Sirius. Í 2000 var táverandi krúnprinsurin partur av Sirius-patrúljuni, sum tað árið helt sín 50 ára stovningardag.

Fríðrik kongur og Mary drotning vóru annars á almennari vitjan í Grønlandi síðsta summar. Ætlanin var at kongshjúnini tá eisini skuldu vitja í Føroyum, men tann vitjanin varð útsett orsaka av verkfalli.

Í staðin vitja tey í Føroyum í døgunum 11. til 13. juni.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder