Uttanlands

ES revsar Apple og Meta við milliardabótum

Hava brotið seg á lóggávuna um digitalar marknaðir

Teresa Ribera, næstforkvinna í ES-nevndini fyri kapping (Mynd: EPA)

Teresa Ribera, næstforkvinna í ES-nevndini fyri kapping (Mynd: EPA)

2025-04-23 18:12 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

ES-nevndin hevur í dag tikið avgerð um at revsa amerikansku tøknirisarnar Apple og Meta við risastórum bótum. Endamálið er at senda ein sterkan og greiðan boðskap.

- Apple og Meta hava ikki hildið lógávuna um talgildar marknaðir. Tey hava sett tiltøk í verk, sum hava til endamáls at gera brúkaran meira bundnan av teirra pallum, sigur næstforkvinnan í ES-nevndini við ábyrgd fyri kapping, Teresa Ribera, í tíðindaskrivi.

Bøturnar koma í eini tíð, har viðurskiftini millum ES og USA eru viðkvom, tí tað verða førdar samráðingar um at sleppa undan handilskríggi eftir at amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur lagt toll á vørur úr Evropa.

Trump hevur m.a. skuldsett ES fyri at fara beinleiðis eftir teimum ameikansku tøknifyritøkunum.

Bøturnar eru á 700 milliónir eftur tilsamans – svarandi til yvir 5 milliardir krónur – harav 500 milliónir evrur til Apple og 200 milliónir til Meta. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder