Petur Skeel Nolsøe hevur trúfastur tænt í Kaldbaks kirkju í meira enn fimmti ár. Longu sum 19 ára gamal – heilt afturi í 1967 – tók hann á seg tænastuna at vera klokkari í kirkjuni.
Hesa kirkjutænastu hevur hann røkt síðani. Umframt at vera klokkari hevur Petur eisini avloyst sum deknur í Kaldbaks kirkju. Petur hevur altíð víst kirkjuni stóran áhuga. Hann hevur í mong skeið verið kirkjuráðslimur, og er hann tað enn. Afturat hesum hevur Petur tikið stig til ymisk mentanarlig tiltøk í Kaldbaks kirkju, ið hava verið bygdarfólkinum í Kaldbak til mikla gleði.
Fyri drúgva og trúfasta tænastu verður Petur Skeel Nolsøe heiðraður við Gullheiðursmerki Tórshavnar Býráðs.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald