Mentan

Sjónleikaskúlin framførir Lítlu havfrúnna

Leikurin verður sýndur í Sjónleikarhúsinum í Havn frá 4.-17. juli

2020-06-23 19:55 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Flest øll kenna kenda Disney-filmin ”The little mermaid”, ið er bygdur á søguna hjá H.C. Andersen - ”Den lille havfrue”.

Nú hevur Sjónleikaskúlin við Sóley Danielsen tikið stig til pallseta, allarhelst størstu sjálvstøðugu sjónleikaverkæltanina í Føroyum, nakrantíð.

- Stóra framleiðslan, ið 50 áhugaleikarar í aldursbólkinum, 7-50 ár framføra, er stórsligin, stuttlig og spennandi, við nógv lívið, dansi og sangi. Ein ógloymandi sangleikur fyri alla familjuna, sigur Sóley Danielsen, leikstjóri.

Leikararnir byrjaðu at venja í oktober 2019 saman við Sóley Danielsen, leikstjóra og Guðrun Sólju Jacobsen, sanglærara.

Atgongumerki fáast til keyps frá í annaðkvøld á atgongumerki.fo.

Leikurin verður sýndur í Sjónleikarhúsinum í Havn frá 4.-17. juli 2020, og tað er avmarkað atgongumerkir orsaka av Korona.

Tað er Sjónleikaskúlin, ið stendur fyri verkætlanini.

Súni Joensen sniðgevur ljós, Jón Mc Birnie ger ljóðmynd og Rannvá Álaberg sniðgevir og seymar búnar.

Eiler Fagraklett og Nicolaj Falck sniðgeva pallmyndina. Sóley Danielsen og Jákup Dahl Wardum hava føroyska leikritið og sangirnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder