
Jørgen Niclasen er aftur tingmaður. Hesum boðaði Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, frá í tinginum fyrrapartin.
Men eingin Jørgen Niclasen var at síggja í tinginum, tá tingfundurin byrjaði klokkan 11.
Tað var í gjár, at tað kom fram, at nú fyrrverandi landsstýrismaðurin í fíggjarmálum var tikin fyri rúsdrekkakoyring í Vági hósdagin í síðstu viku. Løtu seinni eftir at tíðindini vóru komin út í miðlarnar, boðaði Løgmansskrivstovan, at løgmaður hevði loyst Jørgen Niclasen úr starvi.
Jørgen Niclasen fekk 722 atkvøður á valinum í 2019, og nú formaðurin í flokkinum aftur hevur tikið sæti á tingi, rýkur varamaðurin Heðin Zachariasen út.
-
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, á veg inn í matarhøllina (Mynd: Sverri Egholm)
-
Johnhard Klettheggj, løgtingsstjóri og Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður (Mynd: Sverri Eghom)
-
Uni Rasmussen og Jacob Vestergaard, tinglimir hjá Fólkaflokkinum (Mynd: Sverri Egholm)
-
(Mynd: Sverri Egholm)
-
Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður (Mynd: Sverri Egholm)
-
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, og Johnhard Klettheggj, løgtingsstjóri (Mynd: Sverri Egholm)
-
Beinir Johannesen og Jacob Vestergaard, tingmenn fyri Fólkaflokkin (Mynd: Sverri Egholm)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald