Innanlands

Tunnilsportalurin Øravíkarmegin liðugur

257 metrar eru eftir at spreingja í Fámjinstunlinum

(Mynd: J&K Petersen)

(Mynd: J&K Petersen)

2024-03-17 09:06 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fyrri portalurin, sum er Øravíkarmegin í Fámjinstunlinum, er liðugur.

Veggir og fundament eru stoypt á staðnum, meðan hválvini eru gjørd úr elementum. Eisini líður væl við vegarbeiðinum til sjálvan tunnilsmunnan, sigur byggifyritøkan J&K Petersen.

Tað eru 257 metrar eftir at spreingja, áðrenn ljós sæst í tunlinum Fámjinsmegin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder