![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Í løtuni verða trý nýggj sethús bygd samstundis í Trongisvági, og trý onnur eru ávegis.
Tað sigur Tvøroyrar kommuna, sum fegnast um, at eftirspurningurin eftir grundstykkjum og sethúsum í kommununi er vaksandi.
– Seinastu árini eru fá nýggj sethús bygd í Suðuroynni, men nú sær tað út til, at vend er komin í. Sambært fyritøkum, ið selja sethús verður upplýst, at áhugin er vaksandi fyri at keypa sethús í Tvøroyrar kommunu og sagt verður eisini, at søluprísurin er hækkandi á sethúsum sum heild, skrivar kommunan í tíðindaskrivi.
Áhugin fyri grundstykkjum er eisini vaksandi. Kommunan lat fyri nøkrum árum síðani 20 grundstykki útstykkja í Heiðatrøðini í Trongisvági, og nú eru bert fimm av teimum eftir á sølulistanum.
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald