Innanlands

Verjuskipini venja í Nólsoyarfirði

Tíðin er altavgerandi um eitt óhapp hendir, og tí hava Vædderen, Thor og Brimil bjargingarvenjing í Nólsoyarfirði í dag

Thor og Brimil (Mynd: Sverri Egholm)

Thor og Brimil (Mynd: Sverri Egholm)

2022-10-19 10:45 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tey trý verju- og bjargingarskipini Vædderen, Thor og Brimil eru at síggja í Nólsoyarfirði í dag.

Men tað er einki at óttast. Arktisk Kommando boðaði í gjár frá, at venjing fór at vera í fjørðinum í dag.

Tey trý skipini úr Danmark, Íslandi og Føroyum venja í dag eina samskipaða bjarging av einum skipi við skaða.

Tíðin er altavgerandi, líka sum vandar mannagongdir sum skulu vera grundarlag fyri, at allir partar eru klárir, um teir skulu vera klárir, sigur Arktisk Kommando.

Venjingin inniheldur eisini sleip og innanhýsis venjing á skipunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder