Innanlands

Ynskja at friða sanatoriið í Hoydølum

Bygningarnir og økið hevur stórt mentanar- og sosialsøguligt virði

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-08-28 11:03 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fornminnisnevndin hevur gjørt uppskot um friðing av Sanatoriinum í Hoydølum. Ynski er, at Hoydalar skulu fatast sum ein heild og eiga at fáa frið og varðveitast.

Bygningarnir frá Sanatoriitíðini hava stórt mentanarsøguligt og sosialsøguligt virði, og sum bygningsverk er Sanatoriið eindømi í Føroyum. Saman við Sanatoriitrøðni og viðarlundini, eru Hoydalar eitt heilskapað og sameint mentanarlandslag, sum er til fragd og njótan hjá almenninginum, ið ferðast í hesum serstaka mentanarumhvørvi.

‘Færøernes Amtkommunes Tuberkulosesygehus’, Sanatoriið, varð bygt í Hoydølum í 1908, meðan herviliga tuberklasjúkan gjørdi vart við seg. Sanatoriið  varð innrættað við fólkasanatoriudeild til sjúklingar, sum nýliga høvdu fingið lungnatuberklar, og tuberklasjúkrahúsdeild til sjúklingar, sum høvdu lungnatuberklar. Valdemar Ingemann og Bernhard Ingemann, arkitektar í København, teknaðu Sanatoriið. Um hetta mundið var Sanatoriið millum størstu timburhús í landinum, prýtt við eyðkendum útskornum skurðum um vindeygu og hurðar, og við svalum út móti fløtuni.

Sanatoriið í Hoydølum læt aftur Í 1962, tá ið ‘Studentaskúli Føroya Løgtings’, áður ‘Studentaskúli og Preliminerskeið Føroya Løgtings’, seinni Føroya Studentaskúli og HF-skeið’, flutti inn.

Fornminnisnevndin er tilmælandi nevnd hjá landsstýrismanninum við menta­málum, ið hevur evstu ábyrgd í friðingarmálum. Uppskotið um friðing er sent til almenna hoyring og hoyringsfreistin er 9. oktober 2020.

Meira kann lesast um friðingaruppskotið á heimasíðuni hjá Tjóðsavninum  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder