Borgarstjórin í pólska býnum, Gdansk, Pawel Adamowicz, er deyður eftir løstunum hann fekk, tá hann varð álopin undir eini vælgerðandi konsert í gjárkvøldið.
Tað upplýsir pólski heilsumálaráðharrin sambært AP-tíðindastovuni.
Ein 27 ára gamal maður fór upp á pallin og leyp á borgarstjóran við einum knívi. Hann varð handtikin á staðnum.
Sambært pólskum miðlum rópti maðurin, at hann hevði verið fongslaður órættvíst, og at tað var flokkurin hjá borgarstjóran, Pallur Borgaranna, ið var orsøkin. Maðurin er nýliga leyslatin úr fongslinum, har hann sat ein dóm fyri bankarán.
Pawel Adamowicz misti so mikin nógv blóð av løstunum, at tað eydnaðist ikki at bjarga lívinum hjá 53 ára gamla borgarstjóranum, hóast borgarar í Gdansk við somu blóðtýpu hava staðið í bíðirøð fyri at sleppa framat at lata blóð.
Les eisini: Borgarstjóri stungin niður undir vælgerandi tiltaki
Pólski ákærumyndugleikin upplýsir, at 27 ára gamli maðurin, sum helst hevur framt illgerðina, nú skal mentalkannast, tí ivi er um sinnisligu støðu hansara í gerningsløtuni.
Maðurin hevur júst sitið í fongsli í hálvtsætta ár fyri at hava verið við í einum bankaráni.
Pólski løgmálaráðharrin, Zbigniew Ziobro, sigur, at tey nú fara at kanna rættarmálið hjá honum nærri. Hann hevði søkt um at verða royndarleyslatin tríggjar ferðir, men hetta varð honum sýtt.
Kannast skal eisini, hvussu 27 ára gamli maðurin eftir øllum at døma fekk miðlaatgongd til vælgerðandi konsertina í Gdansk í gjár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald