Talið á russiskum ríkisborgarum, sum dagliga koma til grannalandið Georgia, er nærum tvífaldað, síðan russiski forsetin, Vladimir Putin fyri einari viku síðani boðaði frá, at 300.000 hermenn afturat skuldu sendast til Ukraina.
Áðrenn fráboðanina var dagliga talið millum 5.000 og 6.000, men talið er nú komið upp á 10.000 um dagin, sigur Vakhtang Gomelauri, innlendismálaráðharri í Georgia, sambært altjóða miðlum.
Síðan russiska innrásin í Ukraina 24. februar, eru russar í hópatali rýmdir til Georgia.
Teir fyrstu fýra mánaðirnar av krígnum, tók Georgia ímóti nærum 50.000 russum. Russar sleppa at vera í Georgia í eitt ár uttan visum. Yvir 40.000 aðrir russar rýmdu í sama tíðarskeiði til Armenia, sum heldur ikki hevur nakað krav um, at russar skulu hava visum, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald