Royndirnar við koppingarevninum hjá Johnson & Johnson hava higartil víst góð úrslit, boðar amerikanska fyritøkan frá.
Í royndini, har 805 royndarpersónar luttóku, gjørdust 90 prosent mótstøðufør móti covid-19, og av hjáárin verður bert nevnt fepur, vøddapína og andsperra.
Áðrenn februar hevur fyritøkan væntandi úrslit klár frá einari uppaftur størri kanning, verður upplýst.
Koppingarevnið hjá Johnson & Johnson skarar framúr á tann hátt, at ein persónur bert noyðist at verða koppsettur eina ferð fyri at fáa fulla verju og ikki tvær ferðir sum við koppingarevninum hjá Pfizer BioNTech og Moderna. Ein annar munur er, at tað heldur ikki neyðugt at goyma evnið í so nógvum kulda.
Enn er koppingarevnið ikki góðkent í ES, men Johnson & Johnson væntar at kunna søkja um góðkenning í februar.
Sambært Jyllands-Posten hevur Danmark bílagt 8,2 mió. skamtar av koppingarevninum hjá Johnson & Johnson.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald