Innanlands

Greitt avtalubrot – nú er ein nýggj støða

Magni Laksafoss ynskir nýggjan fund við samgonguna fyri at greina nýggju støðuna

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2018-12-12 13:10 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað kom óvart á Magna Laksafoss, uttanflokkatingmann, at tað var ein meiriluti í tinginum ímóti hansara uppskoti um at loyva bryggjarím at sterka øll síni ølsløg í útsølum teirra.

Les: Málið um sterkt øl fall í tinginum 

Magni Laksafoss hevði annars eina avtalu við samgonguna um at hetta uppskotið skuldi atkvøðast ígjøgnum fyri at fáa hansara atkvøðu fyri fíggjarlógini fyri 2019.

- Vit høvdu fleiri elementir í avtaluni, sum eg gjørdi við samgonguleiðararnar. Tá hetta uppskotið nú er fallið, so er talan um greitt avtalubrot. Nú veit eg ikki, hvat hetta hevur at týða fyri alt hitt, sum avtalan snúði seg um. Tað má eg tosa við teir samgonguleiðararnar um, sum eg gjørdi avtaluna við, segði Magni Laksafoss við útvarpið beint eftir at tað var greitt, at uppskotið um rúsdrekka fall.

Magni Laksafoss hevur eisini fingið lyfti um 750.000 krónur í rakstrarstuðli og 3 milliónir í løgum til depilin hjá grønu skótunum á Selatrað afturfyri atkvøðuna fyri fíggjarlógini.

Nær fíggjarløgtingslógin kemur til aðru viðgerð á tingi er ikki heilt greitt enn. Væntandi verður álitið hjá fíggjarnevndini skrivað í dag, so tað kann endaliga avgreiðast fríggjadagin, tá løgtingið eftir ætlan fer í jólafrí. 

Les eisini: Milliónir til skótar aftur fyri at taka undir við fíggjarlógini 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder