Seinnapartin boðaði Vága Floghavn í tíðindaskrivi frá, at Gudny Langgaard hevði sagt seg úr starvi eftir 15 mánaðir í sessinum.
Les eisini: Gudny Langgaard sagt seg úr starvið
Orsøkin var, at nýggjar avbjóðingar stóðu henni í boði. Tað er nú greitt, hvør nýggj avbjóðing talan er - tað er tó á ein hátt ein gomul avbjóðing, sum stendur fyri framman hjá Gudny. Nevndin í Nema|Hey boðaði fyri løtu síðani frá, at nýggii stjórin í felagnum eitur Gudny Langgaard.
Gudny hevur áður verið stjóri í felagnum. Tað var í fimm ár - fram til 2016, og undan tí var hon sølu- og marknaðarstjóri í felagnum í 2 ár. Síðani hevur felagið skift navn til Hey, og so aftur til Nema|Hey.
Í felagnum fegnast tey um, at ein stjóri við drúgvum leiðsluroyndum og nógvum kunnleika til virkisøkini hjá felagnum kemur inn:
. Við Gudny fær Nema|Hey ein dugnaligan og arbeiðssaman stjóra, sum hevur víst í verki at hon kann skapa góð úrslit og nøgdsemi millum kundar og starvsfólk. Vit eru í eini spennandi tíð, har KT og samskiftistænastur renna saman, og Nema|Hey er í einari lyklastøðu at ganga á odda í tøkniligu menningini av Føroyum komandi árini. Gudny hevur drúgvar royndir í okkara vinnu og kennir marknaðin væl”, sigur Rúnar Reistrup, nevndarformaður í Nema|Hey.
”Nema|Hey er ein spennandi og kappingarfør fyritøka. Uppgávurnar eru nógvar, men í fyrsta umfari, verður mítt mál at geva føroyska marknaðinum fult gagn av at fyritøkurnar nú eru samanlagdar, og annars at áhaldandi betra um úrslitið og menna fyritøkuna. Eg síggi stórar møguleikar í samanleggingini, ið er farin fram, og eg gleði meg til uppgávuna, sum skal lyftast saman við dugnaligu starvsfólkunum í felagnum, sigur Gudny Langgaard, komandi stjóri á Nema|Hey.
Umleið 75 fólk starvast á Nema|Hey. Gudny Langgaard byrjar í sínum nýggja stjórastarvi um miðjan August.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald