2021-01-16 23:03
Síðani á jólum hava ongar gudstænastur verið í kirkjunum, men í morgin verður byrjað aftur.
Kortini verða avmarkingar. Í skrivi til prestarnar og kirkjuráðini boða Uni Næs, dómpróstur, og Jógvan Fríðriksson, biskupur, frá, at talið av fólki í kirkjunum skal avmarkast alt eftir hvussu stór kirkjan er.
Í stóru kirkjunum til gudstænastu, brúðarvígslu og jarðarferð skulu í mesta lagi vera 100 fólk, meðan talið í miðalstóru kirkjunum er 60 og í teimum smærru 30 fólk.
Roknast skal við, at hesi tilmælini standa við til á páskum.
Undir teiginum "Tiltøk" á heimasíðuni hjá Fólkakirkjuni sæst nær ymsu kirkjurnar hava gudstænastu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald