Ráðið fyri Ferðslutrygd er nú farið undir eina nýggja herferð fyri at fáa bilførarar til ikki at koyra ov skjótt. ”Halt hámarksferðina, ókey?” kallast nýggjur filmur, sum komandi vikuna fer at minna bilførarnar um at slaka av.
Herferðin er gjørd í samstarvi við Betri, Trygd og Landsverk. Boðskapurin snýr seg um tað, sum hendir uttanum tann, ið velur at bróta hámarksferðina. Tí tað er ikki bert tann, sum hevur fótin á spitaranum, sum skal taka avleiðingarnar av síni avgerð. Tað eru hini í bilinum. Tann, sum verður árendur. Tey, sum koma á staðið og skulu veita fyrstuhjálp. Bera boð til avvarandi. Og ikki minst tann, ella tey, sum sita eftir og skulu liva við missinum.
Ein ferðsluvanlukka rakar ikki bara teg. Hon rakar familju, vinir, starvsfelagar og øll onnur uttanum teg. Við hesi vitanini velur tú sjálvsagt at halda hámarksferðina, ókey?
Hóast korona hevur herjað, er ferðslulógin tann sama
Ein tann vanligasta orsøkin til at koyra ov skjótt er helst, at vit hava skund. Vit skulu náa ein fund, barnagarðurin letur skjótt aftur, ella okkurt annað, sum ger, at vit loyva okkum trýsta eitt lítið sindur harðari á spitaran.
Várið í ár hevur veruliga sett alt samfelagið niður í ferð. Og meðan tiltøk at basa koronasmittuni hava stongt stovnar, skúlar og handlar, hava fólk í nógvar vikur verið nógv meiri heima, og hava í veruleikanum havt minni at skunda sær til. Og tað hevur uttan iva verið kærkomið hjá nógvum.
Man freistast at hugsa, at lága ferðin í samfelagnum avspeglast á vegunum.
Tíverri boðar politiið frá, at bilførarar meira enn nakrantíð velja at koyra ov skjótt. Politiið hevur gjørt nógvar ferðkanningar í vár og fleiri eru tey, sum hava fingið bót og klipp í koyrikortið. Meðan onkur eisini hevur mist koyrikortið á staðnum, tí ferðin var so nógv hægri enn loyvt.
Koronatiltøk hava broytt okkara gerandisdag, men ferðslulógin er ikki broytt. Mest loyvda ferð á føroysku vegunum er ikki broytt og fysisku lógirnar eru heldur ikki broyttar. Ov nógv ferð kann verða munurin á lívi og deyða, um tú ert fyri óhappi. Tástaðni merkir nú munin á 80 km/t og 90 km/t. Og tað kann broyta alt. Hjá tær – ella tínum nærmastu.
Vegamerkingar á landsvegnum
Í átakinum, sum fyrstu ferð varð framt á heysti í 2019, fara vit aftur at mála áminning um mest loyvdu ferð á landsvegum kring landið. Hetta verður á teinum uttanfyri bygt øki, har mest loyvda ferð er 80 km/t, og har vit vita, at tað verður koyrt alt ov skjótt.
Við at bilførarin møtir áminningini um hámarksferðina so ítøkiliga í koyristøðuni, meðan hann hevur fótin á spitaranum, vóna vit, at fólk í størri mun virða hámarksferðina - og halda hana. Fyri sína egnu skuld og fyri teirra nærmastu.
Ov nógv ferð verður í alt ov stóran mun góðtikið
Í kanning, sum Lóður hevur gjørt fyri Ráðið fyri Ferðslutrygd, svara einans 37 prosent at tey koyra 80 km/t ella lægri á vegum, har mest loyvda ferð er 80 km/t.
Men meðan fólk í stóran mun siga seg koyra ov skjótt, og eisini meta at tað verður góðtikið millum føroyingar at koyra ov skjótt, so vita vit at ov nógv ferð er nógv størsta orsøk til skaðar í ferðsluni. Og tá álvarslig ferðsluóhapp henda, er ov nógv ferð aloftast ein av orsøkunum til óhappið, ella hvussu álvarsligar avleiðingarnar verða.
- Ov nógv ferð er orsøk til 50 prosent av øllum deyðsvanlukkum.
- Sjálvt smáu ferðøkingarnar hava stóra ávirkan.
- Í 62 prosentum av øllum deyðsvanlukkum á donskum vegum, við mest loyvdu ferð á 80km/t, koyrdu bilførararnir minni enn 20 km/t ov skjótt (tølini eru frá 2015).
- Koyrir tú 95 km/t og noyðist at bráðsteðga, hevur tín bilur framvegis eina ferð á 62,5 km/t, tá bilurin, sum koyrdi 80 km/t stendur stillur!
- Koyrir tú 93 km/t í staðin fyri mest loyvdu 80 km/t, tvífaldast vandin fyri at doyggja í einum frontalum samanstoyti.
(Kelda: Rådet for Sikker Trafik)
Átakið byrjar í dag og heldur fram í tríggjar vikur. Politiið ger ferðkanningar meðan átakið er.
(Tíðindaskriv frá Ráðnum fyri Ferðslutrygd)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald