Uttanlands

Hamas fer ikki at góðtaka amerikanskt uppskot um vápnahvíld

Ísrael fer at beina fyri Hamas, um uppskotið ikki verður góðtikið, sigur ísraelski verjumálaráðharrin

Børn uttanfyri tjald teirra í Gaza býi (Mynd: EPA)

Børn uttanfyri tjald teirra í Gaza býi (Mynd: EPA)

2025-05-31 12:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ísrael fer at beina fyri palestinsku Hamas-rørsluni, um hon ikki góðtekur eitt amerikanskt uppskot um vápnahvíld í Gaza, sigur ísraelski verjumálaráðharrin, Israel Katz.

Umboð fyri leiðsluna í Hamas sigur annars við bretska BBC, at Hamas ikki ætlar sær at góðtaka uppskotið, sum er lagt fram av amerikanska sendimanninum Steve Witkoff.

Sambært uppskotinum skulu tíggju ísraelskar gíslar, sum framvegis eru á lívi, leyslatast, umframt at líkini av 18 gíslum skulu útflýggjast. Eisini verður vápnahvíld í 60 dagar. Krøvini hjá Hamas um m.a. at steðga krígnum er tó ikki gingið á møti.

Sambært Ritzau verður mett, at 58 ísraelskir gíslar eru eftir í Gazageiranum, og at 20 enn eru á lívi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder