3. juli skuldi bretska poppstjørnan Harry Styles, sum fyrst gjørdist kendur sum ein av limunum í bólkinum One Direction, hava konsert í Royal Arena í danska høvuðsstaðnum.
Men nakrar fáar tímar áðrenn konsertin skuldi byrja, var ein skottilburður í sølumiðstøðini Field's, sum liggur nakrar fáar hundrað metrar frá staðnum, og tí varð konsertin fyrst útsett og síðani avlýst.
Trý fólk lótu lív í skottilburðinum í Field's, og fleiri onnur vórðu særd.
Konsertin hjá Harry Styles var útseld, og uml. 90 prosent av teimum 13.500 áhoyrarunum vóru møttir upp, tá boðað varð frá, at konsertin varð avlýst.
Danskir miðlar skriva nú, at Harry Styles fer at hava nýggja konsert í Danmark. Tað verður í Casa Arena í jútska býnum Horsens 13. mai 2023.
Boðað verður frá, at tey, sum keyptu atgongumerki til avlýstu konsertina hava framíhjárætt til komandi konsertina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald