Innanlands

Hash funnið í Havn í nátt

Ein lítil klumpur av hashi varð funnin, tá løgreglan varnaðist roykin í einum bili

Mynd: Savnsmynd

Mynd: Savnsmynd

2018-06-30 11:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Stutt fyri klokkan tvey í nátt varð hash funnið í einum bili í Havn.

Løgreglan varnaðist roykin av hashi í bilinum, og tí vórðu fólkini í honum rannsakað. Løgreglan fann ein líttlan klump as hashi í lummanum á einum, og hald varð lagt á tað.

Viðkomandi varð handtikin og síðani leyslatin aftur, og er skuldsettur fyri at bróta lógina um rúsevni, sigur vakthavandi á politistøðini.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder