Innanlands

Hátíðarhald við Hoyvíkar kirkju

Kl. 11.30 verður hátíðarhald í sambandi við, at kirkjugarðsleiðin í Hoyvík alment verður tikin í nýtslu

2022-07-13 10:20 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Kirkjugarðsleiðin, sum gongur frá Hoyvíkar kirkju og til kirkjugarðin í Hoyvík er nú liðug og verður tikin í nýtslu.

Leiðin er frá komandi kirkjutorginum, til gøtuna sum er bundin í Klingruna við kirkjugarðin í Hoyvík, soleiðis at líkfylgið kann fara beina leið niðan í kirkjugarðin gjøgnum Dalin Langa.

Arbeiðið byrjaði við ársenda 2021, og er nú liðugt.

Nú í morgun kl 11.30 verður hátíðarhald í sambandi við, at leiðin alment verður tikin í brúk.

Tórshavnar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder