Innanlands

Hava funnið klukkur í holukøkum

Eitt partí av "Rema1000 Julens æbleskiver med kardemomme", sum eisini er selt í Føroyum, verður afturkallað

2022-10-15 16:07 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tey, sum longu eru komin í jólahýr og hava keypt sær ein pakka av julens æbleskiver frá Rema1000, eiga at hyggja nærri at dagfestingini á pakkanum.

Coronet Cake Company afturkallar nevniliga eitt partí hesari vøruni, tí klukkur kunnu vera í.

Sostatt er vøran ikki egnað til matna, og eigur hon at verða burturbeind ella latin innaftur hagani hon er keypt, skrivar Heilsufrøðiliga starvsstovan.

Talan er um hesa vøru:

REMA1000 Julens æbleskiver med kardemomme
Nettovekt: 560 g
Best fyri: 16.08.2024
Pakkað hin: 17.08.2022
EAN-strikukota 5705830601667

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder