Tað hevur verið opið stríð í Sjálvstýri seinastu tíðina, sum gjørdist alment, tá Portalurin hevði samrøðu við fyrrverandi formannin í landsnevndini, Rógvi Fossadal, 20. mars í ár.
Les eisini: Jógvan Skorheim vil ikki at Sjálvstýri skal veksa
- Hann vil ikki hava flokkin at veksa. Tað snýr seg um borgarstjóran Jógvan Skorheim og onki annað, segði Rógvi Fossadal tá um Jógvan Skorheim, formannin í Sjálvstýri.
Les eisini: Magni er ein sambandsmaður
Ein stór ósemja var um Magna Laksáfoss, sum hevði verið í samráðingum við Suðurstreymoyar Sjálvstýri, tó uttan at biðja um limaskap í flokkinum. Rógvi Fossadal segði tá, at tá hann hevði biðið ein kunna um samráðingarnar við Magna Laksáfoss á landsnevndarfundi, hevði Jógvan Skorheim biðið um at sleppa at atkvøða um limaskapin hjá Magna Laksáfoss. Rógvi Fossadal hevði steðgað hesi atkvøðugreiðslu, tí hann helt ikki nakað verða at atkvøða um, tá Magni Laksáfoss ikki hevði biðið um limaskap. Men eftir fundin fór Jógvan Skorheim í miðlarnar og segði, at Magni Laksáfoss ikki var vælkomin í flokkinum.
Les eisini: Jógvan Skorheim avger ikki hvør er limur í Sjálvstýri
Bjørn á Heygum gjørdist tá sintur. Hann hevur seinni sagt við Portalin, at frágreiðingin hjá Rógva Fossadal var røtt. Hann legði afturat, at flokkurin var alt ov lítil til at vraka fólk, sum ynsktu at gerast limir í flokkinum. Hann segði eisini at Jógvan Skorheim als ikki kundi avgera, hvør bleiv limur í flokkinum.
- Skal Jógvan Skorheim gera seg til harra yvir, hvør kann gerast limur í flokkinum? Tá er man eftir mínum tykki blivin í so hástórur. Tá er okkurt eftir øllum at døma stiga honum til høvdið, segði Bjørn á Heygum tá.
Bjørn á Heygum sleppur ikki at stilla upp
Um vikuskiftið kom yvirlýsing frá landsfundinum hjá Sjálvstýri, sum var í Gjógv. Fundurin hevði avgjørt, at Bjørn á Heygum, formaður í Suðurstreymoyar Sjálvstýri slapp ikki at stilla upp fyri Sjálvstýri.
- Landsnevndin samtykti, at Bjørn á Heygum ikki umboðar sjónarmið Sjálvstýris í almenna rúminum, og at hann ikki kann stilla upp fyri Sjálvstýri, varð millum annað skrivað í yvirlýsingina.
Les eisini: Bjørn á Heygum umboðar ikki okkara sjónarmið
Men Bjørn á Heygum segði við Kringvarpið, at hann ongar ætlanir hevði um at stilla upp á næsta løgtingsvali. Tí er støðan heldur margháttlig, eftir at Magni Laksáfoss og Bjørn á Heygum báðir hava fingið at vita, at teir ikki sleppa at stilla upp fyri flokkin á næsta løgtingsvali, hóast hvørgin teirra hevði biðið um at sleppa at stilla upp. Magni Laksáfoss hevur har afturat fingið at vita, at hann ikki er vælkomin sum limur í flokkinum, hóast hann ikki hevur biðið um limaskap.
At ósemja hevur verið ímillum nevndina í Suðurstreymoyar Sjálvstýri og floksleiðsluna, hevur verið greitt leingi. Í desember mánaða varð aðalfundur ógyldaður, eftir at nevndin metti, at fundurin ikki var viðtøkuførur. Tá var Jógvan Skorheim lagdur undir at hava roynt at yvirtikið felagið í Suðurstreymoy.
Les eisini: Tá Skorheim skuldi stýra Suðurstreymoyar Sjálvstýri
Men í yvirlýsingini frá flokkinum, verður eisini sagt, at aðalfundurin hjá Suðurstreymoyar Sjálvstýri í desember mánaða var viðtøkuførur. Tað niðurstøðuna var fundarstjórin komin til, eftir at hann heðvi gjøgnumgingið tilfarið frá fundinum.
Les eisini: Fráboðan frá Sjálvstýri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald