
Fíggjarlógin fyri 2023 varð í dag løgd fram fyri Løgtingið, og hósdagin kemur hon til fyrstu viðgerð.
Annars hevur dagurin í stóran mun snúð seg um neyðhjálp. Talan var um tvey uppskot. Eitt snúði seg um neyðhjálp til Ukraina og hitt til Turkalands og Sýria, ið vórðu rakt av ógvusligum jarðskjálvta í seinastu viku.
Greitt var at tey skuldi skundviðgerast, so hjálpin kann sendast avstað beinanvegin - serliga í mun til jarðskjálvtan var hetta umráðandi. Samtykt varð fyrrapartin at víkja frá vanligum tíðarfreistum, og tað vil siga, at allar tríggjar viðgerðirnar, umframt nevndarviðgerð, vórðu avgreiddar í skundi í dag.
Les eisini: Uppskot um neyðhjálp verður skundað ígjøgnum í dag
Undir fyrstu viðgerðini fýltust fleiri tingfólk tó á upphæddina, sum ætlanin var at lata til Turkalands og Sýria. Upprunaliga var hendan upphæddin ein hálv millión, men eftir at málið hevði verið fyri í fíggjarnevndini, varð uppskotið broytt til eina heila millión. Hetta var útfrá meting av, at 500.000 krónur ikki fóru at røkka langt í stóru neyðuni.
Uppskotið - við tvífaldaðu upphæddini - varð fyri einum góðum tíma einmælt samtykt, eins og uppskotið um at lata krígsrakta Ukraina sjey milliónir krónur í neyðhjálp. Hetta staðfesti Kringvarpið.
Peningurin verður latin gjøgnum ST-flóttafólkastovnin UNHCR. Eisini hetta varð spurnartekin sett við í fyrstu syftu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald