Innanlands

Havnin sum málslig bráðpanna

Tilflytingin til Havnar hevur havt eina málsliga blandskipan við sær, vísir nýggj grein hjá Hjalmari P. Petersen, málfrøðingi

(Mynd: Brynhild Thomsen)

(Mynd: Brynhild Thomsen)

2024-09-07 13:32 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Greinin "Dialektmiks illustreret med udtalen af /əu/ ó i Tórshavn" er í hesum døgum prentað í Norsk Lingvistisk Tidskrift (nr. 42, 2024, bls. 153-176).

Her vísir málfrøðingurin Hjalmar P. Petersen við tilfari frá Ættarbandsskránni, hvussu tilflyting til Havnar hevur skapt eina málsliga bráðpannu við tí úrsliti, at fólk í høvuðsstaðnum bera fram ó sum /ou/ (stórur) og /ø/, stórt. Hetta merkir, at tey hava eina málsliga blandskipan.

Annað, sum vísir, at málførið í Havn er úrslitið av málførisblandi er, at t í eta verður borið fram sum eda, og endingarsjálvljóðini í Havn stórt sætt eru hini somu sum í Suðuroy. Hetta síðsta ger, at kategoriin ‘tal’ er burtur í førum sum tann stóre bilurin: teir stóre bilarnir, og eg dømde: vit dømde. Slík einfaldan er typisk fyri blandað málføri.

Pokurnar hava helst ávirkað
Í 1709 kravdu herviligu pokurnar nógv mannalív í Føroyum, og fólkatalið í Havn rapaði úr 333 niður í 83. Stutt eftir hetta vórðu eini 100 fólk í Suðuroy flutt norðurum, tí hungursneyð valdaði har suðuri. Partur av teimum hava helst sett búgv í Havn, har so mong hús vóru manntóm eftir pokurnar. Eivind Weihe, sáli, helt, at hetta er grundin til, at úttalan av endingarsjálvljóðunum -i og -u, sum nevnt omanfyri, er so lík í Suðuroy og í Havn.

Í grein síni brúkar Hjalmar P. Petersen Vágar sum kontrolløki, og har hevur ikki verið so umfatandi tilflyting. Tilflytarar eru fyri tað mesta komnir úr Norðurstreymoy og Eysturoy, og tey økini hoyra til sama dialektøki. Og í Vágum hevur málførið verið rættiliga støðugt frá síðst í 1700-talinum og fram til nú.

Nógv annað er í greinini, sum er gjørd í samstarvi millum Føroyamálsdeildina og FarGen, og hon kann lesast her.

Fróðskaparsetur Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder